Leygarkvøldið fyri ólavsøku verður gongugøtan í Havn fylt við tónleiki og veitslulag. Tá verður nevniliga Tórsfest í Gongugøtuni í Havn har kend tónleikanøvn úr Danmark og Føroyum fara á pall.
Endamálið er at gera eina nýggja fólkaveitslu mitt í gongugøtuni í Havn beint fyri ólavsøku, siga fyrireikararnir.
Tórsfestin verður leygardagin 26. Juli frá klokkan 16 seinnapartin til langt út á náttina. Og kendasta navnið á Tórsfestini verður uttan iva danski poppbólkurin, Michael Learns To Rock, sum hevur eitt ótal av landaplágum í viðførunum, ikki bara her um okkara leiðir, men eisini í Asia, har teir eru serstakliga væl umtóktir.
Ein annars danskur bólkur á Tórsfestini er Little Fish við Føroyska trummusláaranum, Fríða Øster, sum fyri stuttum hevur givið fløgu út, teir hava gjørt saman við Tim Christensen. - Her er talan um rock, ið ofta verður samanborin við Foo Fighters, D:A:D og Tim Christensen sjálvan, siga tey, sum fyrireika tiltakið.
Infernal var á G festivalinum fyri nøkrum árum síðan við eini framførslu, ið veruliga fekk lív í fjøldina, siga fyrireikararnir. Men føroyingarfara eisini á pallin hetta kvøldið. Eyðun & Terji, Chase, elektroniski gandakallurin Brynjolfur, ungu tónleikararnir úr Punjab og Frank in a Phonebox eru føroysku íkastini til Tórsfestina. |
Men á trubadurpallinum fara Signar & John, og onnur, at undirhalda.










