Nevndin handan festivaltiltakið í Kirkjubø, Við Múrin, kunnger, at Kári P fer at framføra á festivalinum, ið verður hildin í døgunum 2.-4. juli.
Kári P er millum annað kendur fyri sangirnar ,,Villar víddir” og ,,Súrligar nætur í Keypmannahavn. Hann er kendur fyri sín nýmótans fólkatónleik, har yrkingarnar ikki smæðast burtur og boðskapurin er greiður.
Í 1995 fekk Kári P M.A. Jacobsens heiðursløn fyri fagrar bókmentir, og í 2010 fekk hann Mentanarvirðisløn landsins.
So seint sum mikudagin varð kunngjørt, at Jens Marni Hansen eisini fer at framføra á palli í Kirkjubø í samband við ,,Við Múrin".