Fólkatónleikaradagur í Piddasa Handli

Talan verður um lærarar og næmingar, sum hava starvast og gingið á norðurlendska vísuskúlanum á Kungälv

Í morgin klokkan 16 verður ein serligur fólkatónleikaradagur í Piddasa Handli í Fuglafirði, í samband við mentanarvikuna í Fuglafirði.

 

Nils Zandhers, fyrrverandi skúlastjóri og Lennart Torstensson, deildarleiðari fara at framføra kendan fólkatónleik.

 

Gamlir føroyskir næmingar á tí norðurlendska vísuskúlanum fara eisini at taka lut á konsertini. Talan verður um Helga Midjord, Niels Midjord, Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen.

 

Undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Nils Zandhers og Lennart Torstensson, sum var á Rás2 í morgun. Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra Nils og Lennart framføra "Kalle Schevens vals" hjá Evert Taube í rásarúminum hjá Rás2.