Á eykaflokstingi í Havn 24. febr. varð samtykt, at Tjóðveldisflokkurin stillar upp til fólkatingsvalið tann 11. mars 1998.
Millum fýra teir størstu flokkarnar í Føroyum hevur Tjóðveldisflokkurin eina serstøðu við tað, at vit ikki leggja okkum út í danskan politikk, at vit lima okkum ikki inn í danskar tingbólkar, og at vit gerast ikki tungan á vágskálini hjá donskum stjórnum. Ella stutt sagt: vit eru ikki til sølu fyri løtuvinning.
Sambært seinastu veljarakanningunum í Danmark, so er munurin millum teir tveir samgongumøguleikarnar so tepur, at danskir politikarar eru farnir at seta sítt álit á útnorðursfólkatingsumboðini úr Grønlandi og Føroyum.
At hetta elvir til óneyðuga ónøgd móti føroyingum millum danskar veljarar, at vit í eini komandi stjórn skulu leggja okkum út í donsk innanhýsis politisk viðurskifti, er ikki júst tað, vit hava brúk fyri í hesum døgum, nú nógv leikar á, m.a. í bankamálinum.
Um Tjóðveldisflokkurin til komandi løgtingsval og fólkatingsval fær á leið ta undirtøku, sum seinastu veljarakanningarnar benda á, og vit koma at taka við landsins leiðslu, so verða nógv mál, vit skulu tingast við danir um, ? og vil eitt óheft umboð á Fólkatingi skapa virðing millum danskar politiskar flokkar ? og ikki sum nú verða mettir sum lættkeypt klípi/stuðlar hjá donskum stjórnum.
Javnaðarflokkurin roynir at billa fólki inn, at teir fara at standa óeftir av danska Javnaðarflokkinum, um teir fáa mann valdan, men man nakar føroyingur vera so fávitskutur, at hon ella hann trýr slíkum møsni og tvætli? Teirra uppruni er ein deild av danska Javnaðarflokkinum.
Fólkaflokkurin (Ó.B.) hevur ferð eftir ferð alment sagt, at hann treytaleyst stuðlar einari danskari konservativari stjórn, um hann bara kann halda Javnaðarflokkinum og øðrum vinstrahallum burtur frá stjórnarvaldinum.
Sambandsfloksins trúloving við Uffa Ellemann Jensen er so eiðsvorin, at hon hevur onga viðmerking fyri neyðini.
Sostatt er einasta trygd fyri einari óheftari føroyskari rødd á fólkatingi, at tygum velja eitt av valevnum Tjóðveldisfloksins.
Jógvan Durhuus