Fólkatingssessurin skal stuðla upp undir at umsitingin av loftrúminum kemur heim

Loftrúmseftirlitið av føroyska loftrúminum skal í framtíðini verða í Føroyum. Og fólkatingssessirnir kunnu vera lykilin.

 

Í dag verður føroyska loftrúmi umsitið av Ísland, eftir sáttmála millum Ísland og Danmark. Føroyar eru ikki partur av sáttmálanum. Í framtíðini eigur loftrúmið yvir Føroyum at verða undir føroyskari umsiting, og at enda skal málsøkið yvirtakast.

 

At flutt umsitingina til Føroyar hevði stuðla undir eina langtíðar førleikamenning í Føroyum, sum at enda kann elva til, at vit hava neyðugu førleikarnar til at yvirtaka loftrúmið fult og heilt. Tá fer Føroyar sjálvandi eisini at samstarva við Danmark, Ísland og ICAO um loftrúmseftirlitið, eins og áður.

 

Um Føroyar skal yvirtaka loftrúm og loftferðslu, er neyðugt at stovna ein føroyskan loftferðslumyndugleika, sum kann røkja tær uppgávur, ið standast av at yvirtaka økið. Tað merkir m.a. eftirlit við flogvøllum, loftferðslufeløgum, flogskúlum, og annað. Hetta fer at bera við sær eina rúgvu av góðum og væl løntum hálønarstørvum fyri føroyingar. Ein slíkur loftferðslumyndugleiki skal mannast av fólkum við serstøkum útbúgvingum og royndum, eitt nú verkfrøðingar, flúgvaramekanikarar, pilotar, flúgvileiðarar, veðurfrøðingar og so framvegis. Harafturat krevst servitan á innan altjóða løgfrøði, ES-løgfrøði og starvsfólk við royndum innan løgfrøði, búskap og umsiting.

 

Fíggingin kemur frá altjóða loftferðslustovninum, ICAO. Øll flogfør sum flúgva ígjøgnum føroyskt loftrúm rinda eitt gjald, sum í dag verður býtt millum Ísland og Danmark. Tá ið Føroyar hevur yvirtikið økið, fellur gjaldi til føroyska loftferðslustovnin, sum fíggjar teirra uppgávur og tænastur. Harafturat fáa land og kommunur fleiri skattainntøkur orsaka av nýggju hálønarstørvunum.

 

Eftir at slíkur stovnur er settur á stovn í Føroyum, kann arbeiðast víðari við at førleikamenna á økinum, inntil vit hava allar neyðugar fortreytir fyri at umsita føroyska loftrúmi á ein fullgóðan hátt. Ein slík yvirgongd tryggjar, at vit fáa ment neyðugu førleikarnar í Føroyum, áðrenn vit taka stigið at yvirtaka økið.

 

Men fyri at hetta skal koma nakran veg, krevst ein politiskur vilji. Ikki bert í Føroyum, men eisini í Danmark. Í Føroyum er politiskur vilji at arbeiða víðari við málinum, men tað gongur ov seint. Tískil er upplagt at brúka fólkatingssessirnir til at samráðast við donsku stjórnina um at flyta umsitingina av føroyska loftrúminum til Føroyar, fyri síðani at løgtingið setur á stovn ein føroyskan loftferðslumyndugleika. Tá ið hetta er komið uppá pláss, eru fortreytirnar tær røttu til at yvirtaka føroyska loftrúmið.

 

 

 

Bjarni K. Petersen

Fólkatingsvalevni fyri Framsókn