Fólkatingsmaður tikin við kokaini í blóðinum

Starvið hjá Jakob Engel-Schmidt hongur í klønum tráð eftir at hann varð tikin fyri at koyra bil við kokaini í blóðinum.

 

Framtíðin hjá Jakob Engel-Schmidt sum undirstjóri á handilsskúlanum Niels Brock er til viðgerar í dag.

 

Somuleiðis stendur politiska framtíðin hjá honum upp á spæl.

 

Tað er støðan, eftir tað í gjár kom fram, at hann síðsta summar var tikin av løgregluni fyri at hava koyrt bil við kokaini í blóðinum.

 

Í dag skal stýrisformaðurin á Niels Brodk, Ernst Lykke Nielsen, hitta stjóran á skúlanum, Anya Eskildsen, fyri at tosa um støðuna hjá Jakob Engel-Schmidt.

 

– Tað er rættiliga býtt líka mikið hvat, og í mun til starvið sum stjóri á Niels Brock er tað ikki sambærligt við virði skúlans, sigur Ernst Lykke Nielsen við BT.

 

Engel-Schmidt er í farloyvi frá Fólkatinginum, meðan hann røkir starvið sum undirstjóri á NIels Brock.

 

/ritzau/