Tað er øgiliga stórur ágangur á donsku politiskum skipanina í hesum døgum, nú Paul Watson og Sea Shepherd hava vent kanónirnar frá Føroyum og til Danmarkar.
Fyri nøkrum døgum síðani mælti Paul Watson til, at tey, ið ynskja at mótmæla grindadrápi, senda donsku fólkatingslimunum ein teldupost, har tey gera vart við sína ónøgd.
Líka síðani hava fólkatingslimirnir verið undirdíktir í teldupostum frá fólkum, ið ynskja at steðga føroyskum grindadrápi.
Tað eru tó ikki bara grindamótmælir, ið enda í teldupostinum hjá fólkatingslimum.
Ein av føroysku fólkatingslimunum, Sjúrður Skaale, hevur sent okkum hendan teldupostin fyri at vísa, at tað hóast alt eru nakrir útlendingar, ið stuðla føroyingum.
Brævið er soljóðandi:
- Eg skrivi til tykkara, fyri at veita ein mótsetning til tað, ið eg ímyndi mær má vera eitt rættiligt fjall av teldupostum viðvíkjandi føroysku grindini, og vísa takksemi fyri, at tit standa sterk móti tí, ið eg meti er ein flóðalda av illa umhugsaðum aftursvarum, ið hava sín uppruna í eini aldu av fólkum, ið ikki tykjast at hava nakra nágreiniliga fatan av hvussu kjøti er komi í kølidiskarnar í teirra sølumiðstøðum.
- Eg føli, at vit eru nógv, ið stuðla frælsinum hjá føroyska fólkinum at varðveita sær sjálvum við teimum varandi proteinum, ið er í teirra heimsparti.
- Við avmarkandi atgongd til dyrkilendi, og meðan man humanistiskt veiðir eitt djóraslag, ið ikki er hótt, og við strongum reglugerðum viðvíkjandi søluni av veiðuni – tykist tað býttisligt at taka ein nýtiligan og varandi streym av føði frá einum fólki, ið breyðføðir sær sjálvum, og eg trúgvi, at um man ger tað – í hvørt fall í hesum føri – so gevur man eftir fyri einari misskiltari og óupplýstari rørslu.
- Sum ein heimsborgari og talsmaður fyri kritiskari hugsan, bæði virði og seti eg stóran prís á tykkara vísdóm í at bera so at.