Av tí at yvir 50.000 fólk hava skrivað undir uppskot um at banna við lóg umskering av frískum dreingum undir 18 ár, so skal Fólkatingið taka støðu til málið.
Borgarauppskotið um at seta 18 ár sum minsta aldur fyri umskering av røskum børnum hevur fingið tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar og er tí klárt til viðgerð í Fólkatinginum.
Harvið er greitt, at uppskotið skal viðgerast avgreiðast í Fólkatinginum.
Tað eru limir í felagsskapinum Intact Denmark, sum hava sett fram uppskotið. Felagsskapurin arbeiðir fyri rættindum hjá børnum at ráða yvir egnum flokki.
Uppskotið varð sett fram 1. februar, og tað hevur soleiðis tikið tríggjar mánaðir at røkka kravda talinum av undirskriftum.
Fleiri av flokkunum í Fólkatinginum hava sagt seg ivasamar um at avmarka møguleikarnar fyri at umskera børn.
Millum annað óttast teir, hvussu onnur lond – serliga muslimsk lond – fara at svara, um tað verður samtykt.
/ritzau