Fólkatingið frámælir at nýta appina TikTok á mobilum eindum hjá limum Fólkatingsins og starvsfólkum. Tað skrivar Fólkatingið í tíðindaskrivi.
Boðini koma, eftir at Center for Cybersikkerhed (CFCS) í síðstu viku frámælti starvsfólkum hjá statinum at hava appina TikTok á tænastueindum sínum, herundir fartelefonum, teldlum og teldum.
– Fólkatingið tekur hesar metingar til eftirtektar, sum koma frá trygdarmyndugleikunum. Tá tað sambært Center for Cybersikkerhed er vandi fyri njósning við at brúka TikTok, so gera vit eftir boðunum.
– Vit fylgja harvið teirri linju, sum CFCS mælir starvsfólkum hjá ríkisstovnum til, sigur formaður Fólkatingsins, Søren Gade, í tíðindaskrivinum.
Fleiri flokkar boðaðu í síðstu viku limum sínum og starvsfólkum frá, at tey ikki máttu brúka appina á sínum arbeiðstelefonum.
Alex Vanopslagh úr LA og Rosa Lund úr EL, sum bæði hava verið sera virkin á miðlinum, boðaðu fríggjadagin frí í Politiken, at tey høvdu slettað appina av sínum arbeiðstelefonum.
Leygardagin skrivar Marie Bjerre, talgildingsráðfrú, at hon hevði sletta sín TikTok profil sum fólkatingslimur.
Í morgun hava allir fólkatingslimir og starvsfólk í umsitingini hjá Fólkatinginum og tingbólkaskrivstovum fingið ein teldupost, har tað upp á tað harðasta verður mætl til, at TikTok appin verður slettað, sum tey hava tikið hana niður.
CFSC hevur gjørt eina handbók í trygd fyri mobilar eindir í samstarvi við PEt og Statens IT.
– CFCS frámælir í hesi handbók brúk av Tik Tok á tænastueindum, skrivaði CFCS hósdagin.
Sama dag upplýsti ES nevndin og ES ráðharraráðið, at tey hava gjørt av at bannað nýtslu av TikTok á arbeiðstelefonum hjá starvsfólkum.
Kinesiska felagið Bytedance eigur TikTok, sum er undir illgruna fyri at geva upplýsingar víðari til stýrið í Beijing.
Felagið heldur sjálvt, at avgerðin er grundað á »oyðileggjandi misskiljingar« sambært einum talsfólki.
/ritzau/