Fólkatingið heldur gudstænastu fyri at vísa stuðul til Ukraina

Tað eru skjótt trý ár síðani, at Russland gjørdi innrás í Ukraina, og tað fer danska Fólkatingið at gera vart við saman við kongshjúnunum.

Kongshjúnini luttaka í guðstænastu 24. februar, har Danmark stuðlar Ukraina. - Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix

Tann 24. februar fer danska fólkatingið at vísa trý ára dagin fyri kríggið í Ukraina við guðstænastu í Holmens kirkju.

Tað skrivar danska fólkatingið á heimasíðuni.

Formaðurin í danska Fólkatinginum, Søren Gade, og ukrainski sendiharrin í Danmark, Andriij Yanevskyij, halda røður á tiltakinum, har Fríðrikur kongur og Maria drotning eisini verða við.

Danmark hevur, síðani Russland herjaði á Ukraina, verið ein trúgvur stuðul hjá ukrainarum.

– Líðingin, ukrainska fólkið hevur verið fyri seinastu trý árini, er ikki til at fara. Tað nertir okkum øll djúpt. Samstundis er óprovokeraða russiska álopið eitt álop á grundleggjandi virði sum frælsi, fólkaræði og tjóðarsjálvsavgerðarrætt, sigur Søren Gade í tíðindaskrivinum.

Hann endurtekur tað, sum danska stjórnin leingi hevur sagt, nevniliga at "frælsisstríðið hjá Ukraina er eisini okkara stríð".

– Vit stuðla Ukraina búskaparliga og hernaðarliga, men nógvar danskar fyritøkur stuðla eisini við hjálp, danskar kirkjur hjálpa til við at taka ímóti ukrainarum, privatir borgarar hava flogið til Ukraina við neyðhjálp, og danskir hermenn venja ukrainskar herdeildir, sigur Søren Gade.

Gudstænastan verður frá klokkan 16 til 17. Undir gudstænastuni fer biskupurin í Helsingør, Peter Birch, at prædika.

Danmark hevur millum annað stuðlað Ukraina við vápnum, útgerð og hernaðarligari venjing.

 

/Ritzau/

 

Kongshjúnini luttaka í guðstænastu 24. februar, har Danmark stuðlar Ukraina. - Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix