Tað varð samtykt í Fólkatinginum í dag við atkvøðunum 81 fyri og 21 ímóti millum tey møttu og eftir orðaskifti, sum vardi í næstan tveir tímar.
Fólkapensjónsaldurin er í dag 67 ár, men hækkar stigvít.
Í 2030 veksur hann til 68 ár, og í 2035 verður hann 69 ár.
Leypandi hækkingin av pensjónsaldrinum er ein avleiðing av vælferðaravtaluni, sum varð samtykt í 2006.
Har varð semja um, at pensjónsaldurin skuldi hækka samsvarandi livialdurin hjá fólkinum.
Hetta merkir sambært sáttmálatekstinum, at pensjónsaldurin skal hækka eitt ár fimta hvørt ár, skrivar danska tíðindastovan Ritzau.
Í Føroyum er fólkapensjónsaldurin 67,5 ár í løtuni. Hann hækkar til 68 ár í 2031.
Landsstýrið ætlaði at hann skuldi hækka til 70 ár í 2042, men tað uppskotið varð tikið aftur í Løgtinginum mánadagin.
Fakfeløgini vóru sera misnøgd við ætlanina hjá landsstýrinum, og tað at málið varð knýtt saman við Suðuroyartunlinum.
Løgmaður hevur lovað at tosa við fakfeløgini, áðrenn málið verður lagt fyri tingið aftur.