Meira enn helmingurin av fólkinum í Grønlandi býr í fimm teimum størstu býunum í landinum, Nuuk, Sisimiut, Ilulissat, Aasiaat og Qaqortoq. Tað er serliga í Nuuk, at fólkatalið veksur.

Fólkatalið í Grønlandi veksur

Vøksturin er serliga í høvuðsstaðnum, Nuuk, har fólkatalið sambært Grønlands Statistik nú nærkast 20.000.

 

 

 

Meira enn helmingurin av fólkinum í Grønlandi býr í fimm teimum størstu býunum í landinum, Nuuk, Sisimiut, Ilulissat, Aasiaat og Qaqortoq. Tað er serliga í Nuuk, at fólkatalið veksur.

Eins og í Føroyum, heldur fólkatalið í Grønlandi fram við at veksa. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Grønlands Statistik, sum Sermitsiaq endurgevur.

 

Hin 1. apríl í ár búðu 56.595 fólk í Grønlandi. Tað eru 33 fólk fleiri enn hin 1. januar í ár - og 54 fleiri enn fyri einum ári síðan.

 

Men, barnsburðartalið í Grønlandi er ikki vaksið seinasta árið. Hinvegin eru 43 børn færri fødd í landinum seinasta árið enn árið fyri.

 

Nú búgva 23.964 fólk í kommununi, sum Nuuk er partur av, Kommuneqarfik Sermersooq, og bara í Nuuk búgva nú 19.397 fólk.

 

Tað er 136 fleiri enn fyri einum ári síðan.

 

Meira enn helmingurin av fólkinum í Grønlandi býr í fimm teimum størstu býunum í landinum, Nuuk, Sisimiut, Ilulissat, Aasiaat og Qaqortoq.

 

 

 

 

 

Meira enn helmingurin av fólkinum í Grønlandi býr í fimm teimum størstu býunum í landinum, Nuuk, Sisimiut, Ilulissat, Aasiaat og Qaqortoq. Tað er serliga í Nuuk, at fólkatalið veksur.