Fólkatalið í Føroyum er fallið aftur

Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjar uppgerð

Fyrr í summar varð nógv gjørt burtur úr, at fólkatalið var farið upp um 49.000 fólk.

 

Tann 1. august var fólkatalið í Føroyum komið upp á 49.181 fólk. Men tað vardi ikki leingi, tí longu ein mánað eftur, tann 1. september, var fólkatalið fallið niður aftur á 48.979 fólk.

 

Hetta kom ikki óvart á, tí nettupp august er tann mánaði, tá ið fráflytingin er størst við tað, at nógv ungfólk fara uttanlands at lesa.

 

Minkingin í august í ár er kortini nógv minni enn vanligt er fyri hendan mánaðin – og tað var hon eisini í fjør.

 

Árini 2009 til 2013 var nettofráfráflytingin í august oman fyri 400 fólk, men hon var um 200 fólk í august 2014 og 2015.

 

Sostatt heldur tann gongdin fram, sum vit hava sæð síðstu tvey árini, har fráflytingin er minkandi.

 

- Tað gjørdi, at gongdin í fólkatalinum vendi til ein lítlan fólkavøkstur í 2013 við 117 fólkum, og ein munandi fólkavøkstur í 2014 við 525 fólkum.

 

- Hendan gongdin er á leið tann sama nú í 2015.

 

- Hagstovan sigur, at í tólv-mánaðarskeiðinum frá 1. sept. 2014, til 1. sept. 2015, hevur verið ein vøkstur í fólkatalinum á 510 fólk.

 

- Tað kemur av einum burðaravlopi á 231 fólk, og eini nettotilflyting á 279 í sama tíðarskeiði, sigur Hagstovan.