Fólkatalið í Eysturoy minkar mest

Men gongdin er heldur einki at reypa av í Sandoy og í fleiri av útoyggjunum

 

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu gongdin í fólkatalinum í Føroyum hevur verið í teimum ymsu økjunum kring landið.

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt.

 

Uppgerðin vísir, at í fjør vaks fólkatalið í Føroyum 148 fólk, ella 0,3 prosent og sostatt búgva tað nú 48.308 fólk í Føroyum.

 

Men Hagstovan staðfestir, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu gongdin er í teimum ymsu økjunum í landinum

 

Tað var bara í fimm av oyggjunum, har tey kunnu vísa á ein fólkavøkstur nevniliga í Fugloy, Borðoy, Streymoy, Vágum og Suðuroy.

 

Í Mykinesi, Koltri og í Stóra Dímun stóð fólkatalið í stað.

 

Alla aðrastaðni minkaði fólkatalið og størsta minkingin var í Eysturoy, Sandoy og í ymsum útoyggjum.

 

Í Svínoy minkaði fólkatalið tvey fólk, so nú búgva 29 fólk har, Men í Viðpy minkaði fólkatalið heili 14 fólk, so at tað nú búgva 583 fólk har.

 

Í Kunoy minkaði fólkatalið úr 135 fólkum, niður í 128 fólk, ella 5,2 prosent og í kalsoy minkaði fólkatalið tvey fólk, ella niður í 93 fólk.

Og í Hesti fór eitt fólk burturav, so at tað nú búgva 20 fólk í Hesti.

 

Verður hugt eftir teimum oyggjunum, sum eru eitt sindur størri, sæst, at fólkatalið í Nólsoy minkaði seks fólk, niður í 216 fólk. Men í Sandoy minkaði fólkatalið heili 22 fólk, so at tað nú búgva 1.240 fólk í Sandoy.

 

Men verður hugt eftir teimum stóru plássunum, sæst, at fólkatalið í Eysturoy minkaði heili 74 fólk, ella 0,7 prosent. Sostatt búgva nú 10.587 fólk í Eysturoy.

 

Hagstovan vísir á, at verður hugt at kommunum, sæst, at fólkatalið minkaði í fimtan kommunum og vaks í tólv.

 

- Størsta minkingin, sum var 83 fólk tilsamans, var í teimum trimum kommununum við Skálafjørðin, Nes, Runavíkar og Sjóar kommunum.