Í vikuni hevði Jonhard Mikkelsen eitt lesarabræv í miðlunum um væntandi fólkaræðið í Føroyum. Hendan greinin fekk so nógva umtalu millum manna, at Jonhard fekk áheitan um at halda røðu á mótmælisfundinum.
Jonhard sigur seg ikki verða tann týpiska røðaran, men hann vildi ikki bera seg undan ábyrgdini. Jonhard undirstrikar, at fólkaræðið er tað dýrasta vit eiga, og tí mugu vit gera okkara ítarsta at verja fólkaræðið.
Undir myndini er ein ljóðsamrøða við Jonhard Mikkelsen, sum var tikin upp beint aftaná mótmælisfundin.











