Fólkapensjónistar!

Tað skal harðliga vera funnist at Landsstýrismanni í Almanna- og Heilsumálum Kristjan Magnussen at hesin suðri í Trongisvági bað fólkapensjónistar um at stríðast meira.


Tað kann vera spurt um Landsstýrismaðurin í Almanna- og Heilsumálum, ikki heldur hesi hava stríðst nokk, og hava uppiborið at fáa fólkapensjón, og sína krígspensjón og viðbøtur.

Tað skal vera sagt at fólkapensjónistar ikki hava uppiborið at fáa eina slíka viðferð nú á ellisárum, tá ið hesi hava røkt sína samfelagsskyldu, tað er meira enn hvat sigast kann um politikarnar. Tað finnast sparingar í dag, innan almanna og heilsu og sjúkrahúsverkir, skúla og post og telefonverkir kring landið, við at fáa øll av arbeiðsmarknaði ið eru farin um 67 ára aldur. Tað hevur fyrr verið víst á at vit hava ráð at lata øllum fólkapensjónistum fáa eina skattafría pensjón at liva fyri, tá ið yngri fólk kunna koma út á arbeiðsmarknaðin ístaðin fyri. Tað skal vera funnist harðliga at Landsstýri fremur beinleiðis stuldur, ið hesi ikki hava uppiborið, verður tikin frá teimum, sum hava stríðst fyri hana alt lívði, og hava spart upp til ellisárini við síðuna av.

Tað er eingin sum helst meining í at fólkapensjónistar framhaldandi arbeiða úti á arbeiðsmarknaðum, sum oman fyri nevnt í leggur fót fyri at yngri fólk sleppa út á hesar arbeiðsmarknaðar.


Hans Birgir Hansen