Fólkakirkjan skal víga samkynd

Fólkakirkjan hevur søguliga víst stóran vilja at broyta siðir og mannagongdir eftir tí samfelagnum, hon virkar í, sigur Gudloysi

Felagið Gudloysi hevur eisini hug at vera við í kjakinum um hjúnabandslógina, tó at tað ikki hevur verið til hoyringar í nakrari av nevndunum, ið viðgera málið.

 

Felagið ynskir at mótmæla teimum broytingunum, ið vilja gera eitt undantak fyri Fólkakirkjuna. 

- Fólkakirkjan hevur søguliga víst stóran vilja at broyta siðir og mannagongdir eftir tí samfelagnum, hon virkar í. Millum annað kann nevnast at hon hevur tikið jólini til sín, og tann seinasta broytingin, ella tillagingin til núverandi siðir, er at fólk av ymiskum húðarliti, ognarleys og fráskild kunnu giftast í kirkjuni. Sum kunnugt er núverandi hjúnabandslóg ikki serliga gomul, skrivar nevndin í Gudloysi í skrivi til miðlarnar.

 

Felagið átalar, at tey, ið varða av kirkjuni, eru so trek at tillaga hana til nútímans samfelagið, men gleðist um, at tað eftir teirra tykki eru fleiri prestar, ið ikki ynskja at útihýsa teimum samkyndu frá ætlaðu broytingunum í hjúnabandslógini. Felagið ivast tí ikki í, at Fólkakirkjan fer at víga samkynd, men harmast um, at nøkur eru, ið vilja útseta hesa nátúrligu gongd.