Fólkakirkjan er ikki partur av valstríðnum

Jógvan Fríðriksson, bispur, leggur í fráboðan í kvøld dent á, at Fólkakirkjan hevur virðing fyri øllum politiskum flokkum og leggur seg ikki á nakran hátt út í valstríðið.

Jógvan Fríðriksson, bispur, leggur í fráboðan í kvøld dent á, at Fólkakirkjan hevur virðing fyri øllum politiskum flokkum og leggur seg ikki á nakran hátt út í valstríðið.

 

Jógvan Fríðriksson sigur, at á sosialu miðlunum og netmiðlunum verður Fólkakirkjan sett í samband við komandi løgtingsval. Serliga eru tað tey etisku málini, ið fólk eru upptikin av. Talufrælsi hins einstaka eigur at vera hildið hátt í hevd, og hóvsemi og virðilig atferð er vegurin frameftir, sigur hann.

 

Hann nevnir einki beinleiðis dømi um, at Fólkakirkjan er blandað upp í valstríðið. Men prestur í Havn hevur boðað til bønarfund á Vaglinum í Havn í morgin saman við øðrum samkomuleiðarum at biða fyri løgtinginum, og tað verður av fleiri uppfatað sum um, at prestur og samkomuleiðarar stuðla ávísum politikarum og politiskum flokkum – serliga teimum, sum eru ímóti at broyta hjúnabandslógina soleiðis, at samkynd kunnu giftast borgarliga.

 

Í innkallingini sigur Ann Dahl Hansen, prestur, at bønarátakið er býtt soleiðis, at tað eru tríggir høvuðsbólkar, sum biðið verður fyri. Politiska valdinum, samfelagnum og kristnini.

 

Saman við Ann Dahl Hansen, presti í Havn, eru Heine Lutzen, Svenning av Lofti og Eyðun Jacobsen fyrireikarar

 

Jógvan Fríðriksson sigur í fráboðanini, at staðfest verður, at leiðslan í fólkakirkjuni ikki er partur av valstríðnum.

 

– Leiðslan hevur virðing fyri øllum teimum politisku flokkunum, ið stilla upp til løgtingsvalið. Samstarvið við Løgtingið og Landsstýrið hevur verið gott og gevandi tey knapt átta árini, ið undirritaði hevur sitið við leiðslunnar ábyrgd.

 

– Sæð verður fram til gott og mennandi samstarv við tey fólkavaldu, ið manna løgtingið og landsstýrið eftir 1. september 2015.

 

– Fólkaræðið gevur politiskt frælsi og andsfrælsi. Hesi bæði frælsini skulu gagna øllum borgarum landsins uttan mun til førleika, sannføring og samleika, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.