Fólkaheilsuráðið heitir á foreldur um at stuðla og at standa fast í móti roykingini
– Í einar tveir mánaðir hevur Fólkaheilsuráðið vitjað allar skúlar í landinum, har vit hava víst ein film um royking og prátað við næmingarnar í 5. flokki um royking og vandarnar, ið standast av roykingini.
Tað skrivar Fólkaheilsuráðið
Tey hava víst filmin: »Mín besti vinur«, har leikararnir eru Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar, Mike og Hjálmar Dam. Dávur Djurhuus hevur leikstjórnað, og tað er Jákup Veyhe, sum hevur framleitt filmin.
At tubbak er heilsuskaðiligt er alment og ein sannroynd. Tíðin og vísindin hevur staðiliga prógvað tað. Men tað er lógligt at roykja, um enn tað ikki er ráðiligt. Og tað eru júst ráðini, at velja tubbak frá, ið Fólkaheilsuráðið við hesum vil geva.
Tað eru ikki nógv børn, sum ganga í 5. flokki, ið roykja, men tað vísir seg, at tað er í hesum aldrinum, at áhugin fyri sigarettum byrjar. Átakið var, umframt filmin Mín Besti Vinur, sum hevur verið vístur í skúlunum, ein snapchat brúkari `bestivinur´, sum øll, ið hava snapchat, kundu fáa sær sum vin, klistrimerki o.a.
Børn halda, at hini sleppa meira. At hini, sum ganga á øðrum skúlum gera meira enn tey sjálvi – eitt nú roykja. Hóast tað ikki er so, er tað ein púra vanlig misskiljing hjá flestu børnum. Og eftirsum øll børnini halda, at hini sleppa meira, verður tað eisini til ein ávísan sannleika og til eitt trýst á tey um sjálvi at royna. Hetta vísir filmurin á, og hetta royna vit at varpa ljós á yvirfyri børnum og vaksnum.
Hagtøl vísa, at hugburðurin til royking heima, hevur stóran týdning – hvørt børn byrja at roykja ella ikki. Ráðini frá Fólkaheilsuráðnum til foreldur eru: »Lat barnið/ungdómin ikki roykja heima og lat tað als ikki vera góðtikið, at tað roykir.«
Hagtøl vísa eisini, at ung, ið ikki sleppa at roykja heima, ikki byrja at roykja. Hetta ljóðar einfalt, og tað er tað eisini. Men tað vísir seg tíverri, at foreldur í nógvum førum geva eftir. Møguliga foreldur, ið sjálvi roykja.
Fólkaheilsuráðið heitir á foreldur um at stuðla og at standa fast í móti roykingini. Samstundis sum tað verður tosað opið við børnini, um tey hava spurningar um royking, um herferðina ella um filmin. So herferðin heldur fram í heimunum. Vit vóna, at ongin í okkara komandi ættarliði byrjar at roykja.