Fólkafundurin verður 19. og 20. september

(Ljóðsamrøða) Hoyr samrøðuna við Ólav í Geil, sum greiddi frá fólkafundinum, sum í ár verður í Runavík

Fólkafundurin verður á triðja sinni í ár. Hesaferð verður Fólkafundurin í teimum nýggju hallunum við Løkin í Runavík. Tiltakið verður fríggjadagin 19. september, og leygardagin 20. september.

 

Ólavur í Geil frá Fólkafundinum væntar, at tað fer at geva eina góða synergi at hava tvær nýggjar/nýumvældar hallir til tiltakið. Flokkar og felagsskapir hava verið higartil verið raskir at melda seg til tiltakið aftur. Sum undanfarnu árini koma flokkarnir og felagsskapirnir at hava básar, og skipa verður fyri nógvum ymiskum fyrilestrum og kjakfundum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Ólav í Geil greiða frá. 

 

Á myndini sæst Ólavur í Geil millum borgarstjóran og varaborgarstjóran í Runavíkar kommunu. (Mynd runavik.fo)