Fólkafundurin á Doktaragrund úti á Reyni á ólavsøku er vorðin fastur og vælumtóktur táttur, og í ár er einki undantak.
Hetta er 13. árið á rað, at Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundinum, sum byrjaði nú klokkan 19.
Tað serstaka hesiferð, er at fólkafundurin nærum kann rópast fyrsti valfundur, eftir at løgmaður útskrivaði val fyrr í dag. Millum røðararnar eru nevniliga trý løgtingsvalevni, umframt at ein av tónleikarunum á skránni somuleiðis stillar upp.
Kristina Clementsen og Tór Marni Weihe úr Unga Tjóðveldið bera fram røður og Magni Arge, ið er næstvaldur fyri Tjóðveldi á fólkatingið, ber eisini fram røðu.
Afturvendandi á skránni er Carl Jóhan Jensen, rithøvunda, sum lesur skjaldur og harafturat fara Lisa í Dali og Petur Háberg at spæla nøkur løg.










