Fólkafloksveljarar stuðla viðferðini av Anniku

73 prosent av veljarunum hjá Fólkaflokkinum taka undir við viðferðini, sum Fólkaflokkurin hevur givið Anniku Olsen

Tað vísir veljarakanningin, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið hósdagin, eftir at nýggju lansstýrisfólkini hjá Fólkaflokkinum vórðu tilnevnd. Rokið í Fólkaflokkinum snúði seg sum kunnugt um, at tvey landsstýrisfólk løgdu sessirnar frá sær og tóku við aftur tingsessunum soleiðis, at Annika Olsen misti tingsessin, hon hevði sum annað varafólk hjá Fólkaflokkinum fyri landsstýrisfólkini. Síðani fór Fólkaflokkurin út um tingmanningina, út um uppstillingarlistan og út um limalistan at finna tveir nýggjar mans at seta í landsstýrið, soleiðis at Annika Olsen verður verandi uttan fyri Løgtingið.

Kanningin spyr soleiðis:

– Hvussu ert tú nøgd/ur við viðferðina, Annika Olsen hevur fingið í Fólkaflokkinum?

Fýra svarmøguleikar eru, sí talvu níðanfyri.

 

73 prosent av øllum veljarum eru ónøgdir við viðferðina, sum Annika Olsen hevur finigð, meðan 27 prosent eru nøgdir. Men taka vit bara tey, sum velja Fólkaflokkin, so er støðan hin øvugta: 73 prosent eru samd við Fólkaflokkinum, meðan 27 prosent eru ósamd.

 

##med2##

Hyggja vit at hinum flokkunum, so er tað bara 1 prosent av tjóðveldisveljarum, sum taka undir við ógvusligu viðferðini. Men mest samd við Fólkaflokkinum – og enntá meira samd enn fólkafloksveljararnir – eru veljararnir hjá Miðflokkinum. 93 prosent av teimum, sum velja Miðflokkin, eru nøgd við, at Annika Olsen verður hildin uttanfyri.

Taka vit so samgonguna sum heild, so halda 61 prosent av teimum, sum velja samgonguflokkarnar, at tað var í ordan at tveita Anniku Olsen út. Hjá andstøðuni eru tað bara 9 prosent, sum eru samd við hesum.

Taka vit so gomlu valdømini, so hevur viðferðin hjá Fólkaflokkinum størstu undirtøkuna í Norðoyggjum, har 47 prosent eru samd. Minstu undirtøkuna hevur Fólkaflokkurin fyri viðferðini í Tórshavnar kommunu, har hon er 20 prosent.

Taka vit kynini, so eru 23 prosent av kvinnunum nøgdar við viðferðina, sum Fólkaflokkurin hevur givið Anniku Olsen, meðan 77 prosent ikki eru nøgdar. 31 prosent av monnunum í Føroyum eru nøgdir, meðan 69 prosent eru ónøgdir við viðferðina, sum Fólkaflokkurin hevur givið Anniku Olsen.