Fólkaflokkurin: Vit hava skatt politiska trúvirðið

– Tað stuðlar neyvan undir trúvirðið á politiska myndugleikan, at givnar samtyktir vórðu brotnar, sigur Fólkaflokkurin á tingi, sum ikki longur tekur undir við, at tjóðarflogfelagið skal vera á privatum hondum

– Tað stuðlar neyvan undir trúvirðið á politiska myndugleikan, at givnar samtyktir vórðu brotnar.

 

Tað sigur Fólkaflokkurin á tingi, sum í yvirlýsing verjir støðu sína, nú Fólkaflokkurin saman við Sambandsflokkinum hevur tikið stig til at nationalisera Atlantsflog.

 

Fólkaflokkurin lýsir seg sjálvan sum ein ábyrgdarflokk og sigur seg gera tað av virðing fyri íleggjarum og Atlantsflog, at hann sum samgonguflokkur gongur burtur frá privatiseringsætlanini fyri Atlantsflog  – og saman við Sambandsflokkinum trýsti natinaliseringina – tjóðartøkuna – av Atlantsflog ígjøgnum tingið upp á nakrar fáar tímar mikukvøldið.

 

Fólkaflokkurin viðgongur eisini, at hann sum borgarligur flokkur saman við hinum borgarliga flokkinum í Tinganesi, Sambandsflokkinum, ikki helt givin lyfti. Lyfti til føroyskar og útlendskar íleggjarar, sum trúðu upp á tað, tá somu borgarligu flokkar – tó undir leiðslu av vinstrasinnaða Javnaðarflokkinum – góvu hesi lyfti um, at seinni triðingur av flogfelagnum eisini skuldi á privatar hendur.

 

– Íleggjararnir høvdu gjørt íløgur undir skeivum fortreytum, sigur Fólkaflokkurin.

 

Tá Fólkaflokkurin tosar um »skeivar fortreytir«, so kunnu hesar skeivu fortreytir vera, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin broyttu støðu viðvíkjandi privatisering av almennum feløgum – í hesum førum Atlantsflog – og gingu burtur frá privatiseringsætlani. Eini privatiseringskós, sum teir høvdu lagt saman við Javnaðarflokkinum.

 

Lesið frágreiðingina hjá Fólkaflokkinum á tingi VIÐ AT TRÝSTA HER