Á tingfundinum nú klokkan 13 fer Løgtingið at atkvøða um uppskotið hjá Bárði á Lakjuni úr Fólkaflokkinum um at banna fartelefonini í Fólkaskúlanum.
Talan er um uppskot til samtyktar, so tað hevði verið mest at mett sum ein áheitan á landsstýrinum at seta eitt slíkt forboð í verk, um tað varð samtykt.
Men tað verður tað ikki. Í øllum førum ikki, um vit kaga í álitið frá Løgtingsins mentanarnevnd, har umboðini fyri allar flokkar uttan Fólkaflokkin mæla frá at samtykkja uppskotið.
Fólkafloksumboðinið í mentanarnevndini, sum eisini er uppskotssetari, mælir sum vera man til at samtykkja uppskotið.
Uppskotið er fyrsta mál á skránni á tingfundinum, sum byrjar nú klokkan 13.
Meira um málið kann lesast her