Nýggja stýrisskipan okkara hevur danska fyrimynd. Har fáa menn, sum skulu samráðast um týðandi uttanríkismál, eitt sokallað »mandat« ella ein instruks frá marknaðar- ella uttanríkisnevndini í parlamentinum.
Gud nái ta stjórn, sum ikki fylgir hesum mandati. Henni er uppskot um misálitisváttan víst.
Hjá okkum hevur løgmaður uppfunnið ta skipan, at honum tørvar ikki ráð frá hesinevnd ? heldur onki samráðingarmandat. Bert hann kunnar nevndina um eitt mál, stendur honum frítt at taka avgerð einsamallur, eisini um hendan avgerð ikki er í tráð við tey tilmæli, givin eru.
Tá so er, fellur fortreytin fyri, at ein kann fáa semju ímillum ymsar flokkar og ímillum andstøðu og samgongu innanhýsis og í trúnaði í eini uttanlandsnevnd burtur.
Og verri jú størri lívs-áhugamál fyri Føroyar, sum nevndin hevur til viðgerðar.
Av royndum veit eg, hvussu týdningarmikið tað er at hava eitt opið og ærligt kjak í slíkari nevnd, og veit hvussu nógv tað hevur at týða, at einki lekur út í forhond.
Hetta er serliga galdandi fyri marknatrætuna, tí bretar sita undir hvørjum orði, søgd verða í føroyskum fjølmiðlum.
Sjálvur vil eg tí einki siga ? ella gita ? um hesi mál, en eg veit, at menn úr øllum flokkum eru greiðir yvir, at løgmaður átti at fingið misálit fyri handfaring sína av tilmælum frá uttanlandsnevndini.
Sjálvt so tyngjandi atburð hevur Fólkaflokkurin latið um seg ganga, bert fyri at fáa ein dunga av lógaruppskotum á tingborð, har 3/4 skulu nýtast til agitatión í tí løgtingsvalstríði, sum stendur fyri.
Hetta er ábyrgdarleyst!!!
8. mars 1998
Atli P. Dam