Annar av teimum størru andstøðuflokkunum, Fólkaflokkurin, hevur í dag landsfund í Samljóð í Skopun.
Fólkaflokkurin tapti á løgtingsvalinum í fjør, tá hann gekk 6 prosent aftur og mist tveir tingsessir.
Tað var eftir mikið rumbul í flokkinum, sum millum annað hevði formansskifti við sær, og at fleiri fólk meldaðu seg úr flokkinum, eitt nú Annika Olsen, sum nú situr á tingi fyri Tjóðveldi.
Men seinasta veljarakanningin er tó søtur lesnaður hjá fólkafloksfólki, tá sambært henni stendur flokkurin til at gerast stóri vinnarin, meðan Javnaðarflokkurin stendur stendur til at gerast stóri taparin.
Á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í dag verða hesir gestarøðarar:
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Tóra við Kelda, forkvinna í Megd
Kristian Martin Petersen, reiðari, Sandshavið
##med2##
Landsfundurin hjá Fólkaflokkinum byrjar klokkan 12:30 í dag.