Fólkaflokkurin hevur koyrt Anniku Olsen úr Løgtinginum

Tað er greitt, nú Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hava lagt landsstýrissessirnar frá sær í morgun.

Og prísurin fyri at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum er, at Brandur Sandoy eisini rýkur út.

 

Annika Olsen og Brandur Sandoy fingu bæði 289 atkvøður á 10. plássi hjá Fólkaflokkinum til løgtingsvalið 31. august í 2019. Men við lutakasti vann Annika 10. plássið og Brandur 11. plássið. Tí má Brandur Sandoy rúka út saman við Anniku Olsen.

 

Tað merkir, at tey missa tingsessin, tí Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard taka sæti aftur á tingi. Tað merkir eisini, at tey missa løgtingslønina frá í dag at rokna. Varafólk fáa ongar bíðipengar, tá tey fara úr tinginum. Og hevði tað ikki verið ligið so langt út í mánaðin, so kundu tey verið kravd aftur eftir lønini fyri desember.

 

Hinvegin fáa Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir løn sum landsstýrisfólk í eitt hálvt ár, eftir at tey eru farin frá.