Fólkaflokkurin framdi bumbuálopið

– Tað er Fólkaflokkurin, sum hevur ábyrgdina av, at einki kom burtur úr kommunusamanleggingum, sigur Kári P. Højgaard

– Tað er Fólkaflokkurin, sum hevur ábyrgdina av, at einki kom burtur úr kommunusamanleggingum, sigur Kári P. Højgaard

 

Í aftursvari til Anniku Olsen, sum í Sosialinum um vikuskiftið gav Kára P. Højgaard skuldina fyri, at einki kom burtur úr kommunusamanlegging, gevur hann Fólkaflokkinum av grovfíluni. Annika Olsen segði við Sosialin, at vit vórðu bumbað 100 ár aftur í tíðina av miseydnaðu fólkaatkvøðuni hjá Kára P. Højgaard. Tí spyr Kári P. Højgaard nú, hvør tað var, sum framdi bumbuálopið, sum hann kallar tað, og hann svarar sjálvur:

 

»Til løgtingsvalið 2011 var Sjálvstýrisflokkurin ein av politisku flokkunum, sum gjørdi greitt, at vit tóku undir við at lækka talið av kommunum úr 30 niður í 7 kommunalar eindir.

 

Tá samráðingarnar vóru í november mánaði um skipan av samgongu, varð ein av stóru spurningunum, hvussu henda kommunusamanlegging skuldi fremjast. Einasta samgongan kundi semjast um, varð ein áseting í samgonguskjalið, at fólkaatkvøða um kommunusamanlegging skuldi haldast á vári 2012. Sigast skal, at Fólkaflokkurin var heitasti talsmaður fyri hesi loysnini og eigur tí ein høvuðsleiklut í framskundaðu fólkaatkvøðuni.

Tilrættaleggingin og tilgongdin til fólkaatkvøðuna varð gjørd í samráð við samgonguflokkarnar. Embætisfólk í Innlendismálaráðnum og landstýrisfólk sum serliga varaðu av kommununum vórðu við á kunningarferð kring landið, til tess at kunna allar kommunustýrislimir og svara spurningum. Løgmaður, varaløgmaður Annika Olsen, Bjørn Kalsø og Kári P. Højgaard vóru við á øllum fundunum, men sannast má, at vit ikki kláraðu at selja boðskapin; tað vísti fólkaatkvøðan.

 

Landstýrismaðurin í innlendismálum fekk ikki undirtøku fyri at leggja kommunur saman í 7 eindir. Hann var bundin til at fremja tað, honum varð álagt í samgonguskjalinum, og tað bleiv gjørt.

 

Sirið Stenberg hevur verið í andstøðu alt valskeiðið, tí kann ein skilja hennara útsøgn.

Annika, hvussu kanst tú í Sosialinum vaska hendur, tá tú var landstýrisfólk í innlendismálum stóran part av undanfarna valskeiði, hevur verið við í allari tilgongdini og síðan september 2013 røkt málsøkið kommunumál?

 

Summa summarum: Landstýrismaðurin bleiv bumbumaður, men høvuðsábyrgdarin av bumbuni var Fólkaflokkurin.«