Søguliga sæð hevur fólkaflokkurin havt gott tak á høvuðsstaðnum og so seint sum seinasta valskeið vóru ikki færri enn fýra av tinglimum floksins úr høvuðsstaðnum.
Nú er eingin eftir. Annika Olsen var einasta umboð floksins, ið var valt úr høvuðsstaðnum, men mikudagin valdi hon at fara úr flokkinum.
Ilt er at siga annað, enn at fólkaflokkurin er fullkomiliga følnaður í høvuðsstaðnum. Afturgongdin í atkvøðutalið í sjálvum høvuðsstaðnum hevur eisini verið stór, heili fýra prosentstig frá 2011 til 2015. Við løgtingsvalið í 2004 fekk flokkurin 1714 atkvøður, í 2008 1641, í 2011 1719 og nú í 2015 1460, tvs 259 atkvøður færri, umframt 49 atkvøður á Argjum, sum har svarar til 4,3 prosentstig.
Annika Olsen misti 263 aktvøður, meðan Hanus Samró misti 132. Harumframt stillaðu Bjarni Djurholm, ið fekk 177 atkvøður, og Bogi Andreasen, ið fekk 113 atkvøður, ikki upp seinast. Sólvit E. Nolsøe, ið stillaði upp fyri fyrstu ferð, bjargaði 109 av mistu atkvøðunum og Janus Rein, ið skifti flokk, fekk eina atkvøðu meiri enn í 2011, men áhugavert er at síggja, at fleiri av uttanbíggjavalevnunum høvdu framgongd í høvuðsstaðnum. Jørgen Niclasen fór heili 98 atkvøður fram, Jacob Vestergaard fór 40 atkvøður fram, Brandur Sandoy 11 og Jógvan á Lakjuni átta.
Longu eftir fólkatingsvalið var tos um, at listin hjá Fólkaflokkinum í Havnini var ov veikur, eftir at hvørki Bjarni Djurholm ella Bogi Andreasen valdu at stilla upp aftur, og røddir vóru tá frammi, sum mettu, at eitt gott boð at venda hesi gongd, var at gera Anniku Olsen til forkvinnu í flokkinum. Mett varð, at veljarunum í Havnini dámdu lítið konservativu kósina hjá flokkinum, og ynsktu eina endurnýggjan av flokkinum, undir leiðslu av Anniku Olsen. Um tað hevði eydnast fáa vit nú ongantíð svarað.
Topp 10 listin hjá Fólkaflokkinum úr Havn og á Argjum sá soleiðis út eftir valið.
Annika Olsen, 457 atkvøður.
Jacob Vestergaard, 187 atkvøður.
Janus Rein, 162 atkvøður.
Jørgen Niclasen, 156 atkvøður.
Sólvit E. Nolsøe, 109 atkvøður.
Hanus Samró, 88 atkvøður.
Jógvan á Lakjuni, 75 atkvøður.
Brandur Sandoy, 54 atkvøður.
Ingvør Justinussen, 40 atkvøður.
Joan Neshamar, 39 atkvøður.
Tað man vera langt síðani, at toppskorarin hjá Fólkaflokkinum í Havn einans hevur havt 187 atkvøður, sum støðan er nú, eftir at Annika Olsen fór úr flokkinum.