Fólkaflokkurin: Fjølmiðlar skapa øsing á landsfundi

Sum einasti flokkur í Føroyum heldur Fólkaflokkurin landsfund fyri stongdum hurðum.

 

Við Miðlahúsið sigur Fólkaflokkurin í einum dulnevndum facebookboðum, at »eftir ætlan er fundurin bert fyri limir floksins«. Og við Kringvarpið sigur flokkurin, at »tað merkir, at landsfundurin einans er fyri limir floksins. Fundurin er ikki almennur fyri fjølmiðlar«.

 

Hóast Miðlahúsið hevur ringt, sent sms, sent facebookboð og teldupost til Jørgen Niclasen, so hevur hann ikki viljað svarað.

 

Jacob Vestergaard segði við Kringvarpið í gjár, at »tað er í fínasta lagi, at landsfundurin er afturlatin. Tað forðar fyri øsing, at fjølmiðlarnir ikki eru við«.

 

Miðlahúsið plagar at vera til landsfundirnar hjá øllum flokkum. Tað er sera áhugavert og viðkomandi at frætta, hvat fólk í baklandinum hjá politisku flokkunum halda um førda politikkin – hvat grasrøturnar í flokkunum siga – og hvussu kjakið fer fram, og um floksins umboð hava undirtøku fyri førda politikkinum.

 

Men soleiðis verður ikki við landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í dag. Tí fara vit á in.fo ikki at skriva frá landsfundinum, og tað fer Sosialurin heldur ikki at gera í næstu viku, tí vit sleppa rætt og slætt ikki við á fundin.

 

Tað hevði annars verið áhugavert at fingið eina ósensureraða frágreiðing um, hvønn stuðul Jørgen Niclasen hevur sum floksformaður, og hvussu baklandið heldur, at Fólkaflokkurin skal koma úr naggatódnini, sum flokkurin er komin í eftir tveir knúsandi valósigrar og ein landsrættardóm, sum staðfestir, at tað ikki er ærumeiðandi at siga, at løgmansevnið og floksformaðurin hjá Fólkaflokkinum hevur snýtt landið fyri pengar.

 

Einans fýra tímar eru settir av til lukkaða landsfundin hjá Fólkaflokkinum í dag.