Sambært nýggjastu veljarakanningini hjá Gallup, sum var gjørd 8. til 19. november, so er Fólkaflokkurin ikki longur ein fullveldisflokkur.
Kanningin vísir, at bara triðji hvør veljari hjá Fólkflokkinum hevði atkvøtt fyri loysing, sum eingin ríkisstuðul var. Fólkaflokkurin er akkurát líka »sambandskur« sum Javnaðarflokkurin. 61 prosent av fólkafloksveljarunum høvdu atkvøtt nei, og 60 prosent av javnaðarveljarunum høvdu eisini atkvøtt nei. Tað er bara í Sambandsflokkinum, at fleiri høvdu atkvøtt ímóti loysing, enn í Fólkaflokkinum.
Sum vera mann eru flestu stuðlarnir fyri at loysa frá Danmark, um eingin ríkisstuðul var, at finna í millum tjóðveldisvelararnar. 88 prosent av teimum høvdu atkvøtt ja og bara 4 prosent høvdu atkvøtt nei.
Talvan omanfyri vísir, hvussu veljarararnir hjá ymsu flokkunum høvdu svarað upp á spurningin:
– Um Føroyar onga ríkisveiting (blokkstuðul) fingu úr Danmark, hevði tú so verið fyri loysing?
Tað er Zakarias Wang, sum hevur biðið Gallup spurt hendan spurning í kanning, sum Gallup gjørdi 8. til 19. november, har eisini ein vanlig veljarakanning varð gjørd.
Les eisini: Sambandsflokkurin og Framsókn vinna hvør sín sess