Tað verður einaferð seinni í dag, at tað verður greitt, um uppskotið hjá samgonguni um at selja eina part av okkara fiskirættindum á uppboði, verður egg ella ungi
Løgtingið skifti orð um málið beint fyri vikuskiftið, og har varð endaliga staðfest, at teir báðir javnaðarmenninir av Tvøroyri, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer eru alt annað enn hugaðir fyri eini uppboðssølu.
Av tí, at teir eru í samgonguni, fær støða teirra avgerandi týdning fyri, hvørja lagnu, málið fær.
Bjarni Hammer heldur lítið um at gera støðuna verri hjá vinnuni longu í fyrsta liðið, hann heldur, at vit eiga heldur at hugsa um at virðisøkja veiðuna meiri í síðsta liði, so at vit fáa meiri fyri hana.
Tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, heitti Kristin Michelsen á Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, um at taka uppskotið um uppboðssølu, aftur.
- Tað fer einki av Høgna Hoydal fyri tað, segði Kristin Michelsen.
Hann vil heldur bíða til arbeiðsbólkurin, sum skal setast at nýskipa fiskivinnuna, er komin til eitt úrslit og hann staðfesti, at hann fer at taka fult undir við tí tilmælinum.
Hann heldur eisini, at samgongan eigur at fáa semju ímillum allar flokkar í Løgtinginum um eina fiskivinnunýskipan.
Hann minnir á, at Sambandsflokkurin hevur bjóðað samgonguni samstarv og tað eigur at taka av.
Hann heldur eisini, at Fólkaflokkurin ”endar nokk á knøunum”, tí hann fer neyvan at vilja at sita einsamallur eftir, uttan fyri eini semju.
Tí heldur Kristin Michelsen, at samgongan eigur at bíða við uppboðssøluni og helfur royna at fáa allar flokkar at semjast um eina nýggja fiskivinnuskipan.