Eysturoyar fólkafloksfelag hevði í síðstu viku seinasta uppstillingarfundin til løgtingsvalið. Á endaliga listanum hjá lokalfelagnum í Eysturoynni eru átta nøvn, harav sjey menn og ein kvinna.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, stillar upp aftur til komandi val. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998, tó hevði hann verið varamaður á tingi síðani 1988. Til seinasta val var hann einasti valevni hjá Fólkaflokkinum, ið varð valdur á ting í Eysturoynni.
Tað eydnaðist Fólkaflokkinum at koma í samgongu, og sostatt tóku tvey onnur umboð í Eysturoynni eisini sæti, Rodmundur Nielsen, og Joen Magnus Magnussen, Leirvík. Teir hava báðir játtað at stilla uppaftur til komandi løgtingsval.
Ein kvinna er á listanum til komandi val. Talan er um Mariann Poulsen Garðalíð, ið hevur bústað á Skála.
Valevnini eru:
- Jógvan á Lakjuni, Fuglafjørður.
- Joen Magnus Rasmussen, Leirvík.
- Rodmundur Nielsen, Glyvrar.
- Jákup Martin Kjeld, Toftir.
- Jens Kristian Rasmussen, Strendur.
- Mariann Poulsen Garðalíð, Skála.
- Michael Dalbø, Norðskála.
- Tummas Jóhan Larsen, Eiði.