Fólkadansur á torginum í Saltangará

Føroyskir og norskir fólkadansarar fara at skipa fyri almennum tiltaki í Saltangará í morgin.

Eysturoyar Dansifelag, sum fær vitjan av einum norskum dansifelag, fer saman við gestunum at dansa fólkadans á torginum sunnan fyri býráðshúsini í Saltangará.

 

Tiltakið verður í morgin, leygardagin 26. juli klokkan 11. Um undirtøkan verður góð, verður skipað fyri føroyskum dansi aftaná.

 

Norsku gestirnir verða tilsamans 34 í tali, harav tveir eru spælimenn.

 

Tað verða fólk úr Eysturoyar Dansifelag og norska dansifelagnum, sum fara at standa fyri framførsluni á torginum í Saltangará.

 

Úr Runavík verður sagt, at tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.