Fólkaatkvøðu um rúsdrekka

Unga Tjóðveldi heldur, at týdningarmikil mál skulu avgerast beinleiðis av fólkinum.

Unga Tjóðveldi heldur, at týdningarmikil mál skulu avgerast beinleiðis av fólkinum. Tí ynskir valevni floksins, at føroyska fólkið skal fáa møguleikan at atkvøða um, hvørt rúsdrekka skal út í handlarnar ella ikki.

Tór Marni Weihe heldur, at tað hevur verið ein keðilig gongd seinastu tíðina, við at fólkið fær minni og minni ávirkan á týdningarmikil politisk mál. Hetta er ikki í tráð við satt fólkaræði.

- Stór politisk mál, sum hava stóran týdning fyri fólk, verða í størri og størri mun avgreidd inni í politisku skipanin, og eru tað sostatt 33 fólk, ið einsamøll sita við endaligu avgerðini, tá ið tað kemur til stykkis, skrivar Tór Marni Weihe í lesarabrævi.

Hann heldur, at ov ofta vísir tað seg, at politiska skipanin ikki torir at taka støðu í ávísum málum.

- og tá okkara politikarar ikki tora at gera nakað við eitt mál, so eiga teir at lata Føroya fólk loysa málið fyri seg. Fólkið er hóast alt arbeiðsgevarin hjá politisku skipanini – eisini hóast summir politikarar tíverri ikki vilja viðganga tað, skrivar hann.

Tór Marni Weihe nevnir tí trý mál, sum hann heldur, eiga at vera lagt út til bindandi fólkaatkvøðu; spurningin um borgarliga vígslu til samkynd, spurningin um loysing frá Danmark og spurningin um, hvørt handlar skulu sleppa at selja rúsdrekka ella ikki.

- Hetta hevði loyst risastórar knútar í føroyskum politikki, og loyvt politisku skipanini at arbeitt skjótari og betri, tí at tingfólkini ikki longur vórðu noydd at dansa rundan um ymisk eldfim mál, skrivar hann.

Og hóskandi er at byrja við tí mest aktuella málinum í løtuni, heldur hann, nevniliga rúsdrekkaspurninginum.

- Tí haldi eg eisini, at tað rættasta er, at allir føroyingar fáa møguleikan at taka støðu til málið á eini fólkaatkvøðu. Skal Føroya fólk hava álit á politisku skipanini, so krevst eisini, at politiska skipanin hevur álit á fólkinum.