Fólkaatkvøðan á Háskúlanum

Sum partur av ”Vísindavøka á ferð” fer Hans Andrias Sølvará at halda fyrilestur um fólkaatkvøðuna.

14. september 1946 er ein merkisdagur í føroyskari søgu. Tá varð tann vanligi føroyingurin fyri fyrstu og seinastu ferð spurdur, um hann ynskti at verða ein partur av danska ríkinum.


Hvat svarið bleiv, hava fólk kjakast um líka síðani.


Júst fólkaatkvøðan verður evnið, tá Hans Andrias Sølvará í annaðkvøld fer at halda ein fyrilestur á Føroya Fólkaháskúla í samband við ”Vísindavøka á ferð”.


Hans Andrias Sølvará er dagliga útbúgvingarleiðari og lektari á søgu- og samfelagsdeildini.