Týsdagin í næstu viku skulu borgarar í Hvalvík, Streymnesi, Saksun og Hósvík í valhølini, har tey skulu taka støðu til, um bygdaskúlarnir í Hvalvík og Hósvík skulu varðveitast ella leggjast saman við felagsskúlanum í kommununi.
Fólkaatkvøðan er komin í lag aftaná, at 30 prosent av borgarunum skrivaðu undir eina áheitan á myndugleikarnar at skipa fyri fólkaatkvøðu um málið.
Longu nú er tó greitt, at óansæð hvat úrslitið av fólkaatkvøðuni verður, so fer kommunumeirilutin ikki at virða úrslitið til fulnar.
Í samrøðuni við Dag&Viku í kvøld segði Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, at óansæð hvat úrslitið verður, so verða 4., 5., 6. og 7. flokkur fluttir til felagsskúlan.
Í samráð við Mentamálaráðið hevur kommunan nevniliga fingið at vita, at allýsingin fyri ein skúla er, at har eru tríggir samanhangandi árgangir. Tískil hevur kommunan avgjørt, at um fólkaatkvøðan endar við einum meiriluta fyri at varðveita bygdaskúlarnar, so verða tað bara 1., 2. og 3. flokkur, ið verða verandi í bygdaskúlunum.
Harvið uppfylla bygdaskúlarnir allýsingina fyri hvat ein skúli er, meðan kommunumeirilutin fær sín vilja, og flytur flestu flokkar í felagsskúlan, óansæð hvat úrslitið av fólkaatkvøðuni verður.

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.
Fólkaatkvøða við avmarkaðum týdningi

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.

Borgarafundur er í Hósvík í kvøld.










