Dagurin fyri fólkaatkvøðu um at taka upp samráðingar við ES um limaskap skal góðkennast av Altinginum. (Savnsmynd). - Mynd: Halldor Kolbeins/Ritzau Scanpix

Fólkaatkvøða í Íslandi um ES limaskap í august

Í 2013 steðgaðu upptøkusamráðingarnar millum ES og Ísland. Nú skulu íslendingar atkvøða um at taka uppaftur samráðingar um ES limaskap

Dagurin fyri fólkaatkvøðu um at taka upp samráðingar við ES um limaskap skal góðkennast av Altinginum. (Savnsmynd). - Mynd: Halldor Kolbeins/Ritzau Scanpix

Íslendska stjórnin ætlar at halda fólkaatkvøðu 29. august um, hvørt upptøkusamráðingarnar við ES skulu takast uppaftur.

Tað segði íslendska uttanríkisráðfrúan, Katrin Gunnarsdóttir, sambært RUV í dag.

Fyrst verður fólkaatkvøða um, hvørt samráðingarnar skulu halda fram.

Eftir hetta verður atkvøtt um avtaluna, sum Ísland kann gera við ES.

Íslendska stjórnin hevur sent uppskotið um fólkaatkvøðu til Althingi, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Ísland søkti fyrst um ES-limaskap í 2009 undir stjórn við miðvinstraflokkum. Samráðingar vórðu tiknar upp árið eftir.

Men tilgongdin varð steðgað í 2013, tá ein meira euroskeptisk borgarlig stjórn kom til valdið.

Amerikansku tollhækkingarnar og ynski teirra um at yvirtaka Grønland hava trýst spurningin um ES-limaskap hægri á dagsskránni í Íslandi.

Nógv hevur verið tosað um fiskivinnupolitikk í viðurskiftunum millum ES og Ísland.

Á fundi í februar við pólska forsætisráðharran, Donald Tusk, segði javnaðarforsætisráðfrúan í Íslandi, Kristrun Frostadottir, at tað var umráðandi fyri ES at virða Íslendska arktiska samleika og "lívshátt og mátan, vit brúka okkara tilfeingi".

Ein ES-fólkaatkvøða hevur verið á skránni í Íslandi í rættiliga langa tíð, tí tað hevur verið sett sum mál hjá stjórnini at hava eina í 2027.

Nýggjaru meiningakanningar vísa á ein meiriluta fyri ES limaskapi.

– Ísland er frammanundan ein sterkur og strategiskur samstarvsfelagi, sigur ES-kommisserurin í útbyggingarmálum, Marta Kos, við tíðindastovuna AFP.

– Í einum heimi við kappingarførum ávirkanarøkjum bjóðar ES-limaskapur ankring í einum blokki, sum byggir á virði, vælferð og trygd, sigur hon.

Í Íslandi búgva umleið 400.000 fólk.

 

/Ritzau/

 

Dagurin fyri fólkaatkvøðu um at taka upp samráðingar við ES um limaskap skal góðkennast av Altinginum. (Savnsmynd). - Mynd: Halldor Kolbeins/Ritzau Scanpix