Fólkaatkvøða í dag

Lagnan hjá skúlunum í Hósvík og Hvalvík verður avgreidd í dag.

Skulu bygdarskúlarnir í Hósvík og Hvalvík varðveitast ella niðurleggjast. Tað er spurningurin, ið borgarar í Hvalvík, Hósvík, Streymnesi og Saksun skulu taka støðu til í dag.

Tað er ynski hjá kommununi at leggja allar skúlarnir í kommununi saman í ein felagsskúla, ið borgarar nú skulu siga sína hugsan um.


Fólkaatkvøðan er komin í lag aftaná, at tretivu prosent av borgarunum í skúlaøkjunum Hósvík og Hvalvík, skrivaðu undir eina áheitan um, at fólkaatkvøða skuldi skipast um spurningin.


Kommunumeirilutin hevur tó longu gjørt greitt, at óansæð úrslitið, so verða fjórði, fimti, sætti og sjeyndi flokkur fluttir í nýggja felagsskúlan.


Valhølini lata upp klokkan 10 í morgun, og møguligt verður hjá borgarum at greiða sína atkvøðu fram til klokkan 20.