Fólk ynskja sær nýggjar politikarar eftir valið

Út við helmingurin av veljarum ætlar sær at atkvøða fyri einum nýggjum valevni á løgtingsvalinum komandi

Út við helmingurin av veljarum ætlar sær at atkvøða fyri einum nýggjum valevni á løgtingsvalinum komandi

 

Tað vísir ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt 13. august, har 300 føroyingar í aldrinum 18-80 ár hava svarað.

 

Kanningin vísir, at 45 prosent av veljarunum fara at atkvøða fyri einum nýggjum løgtingsvalevni, 35 prosent fara at velja ein av verandi tinglimum, meðan um níggju prosent annaðhvørt ikki vita ella fara ikki á val.

 

Út frá úrslinum kann eisini lesast, at menn eru meira afturhaldandi, meðan kvinnurnarn eru meira ivandi.

 

Spurningurin er so eisini, hvat tað merkir, at 45 prosent siga seg velja eitt nýtt valevni.

 

Nú skal úrslitið sjálvandi ikki takast fyri meira enn tað er, tí óvissan er sum vera man stór, tá tølini eru so lág. Men spurningurin er, hvat tað hevði merkt fyri býtið av tingsessum. Í øllum førum sigur úrslitið í hesi kanningini nakað um, at heisini fólkini ynskja sær eina broyting í samansetingini á tingi eftir valið.

 

TRÝST HER fyri at síggja samlaða úrslitið.

 

TRÝST HER fyri at síggja býti á kvinnur og menn.