Fólk vilja búgva í Vestmanna

- Vit fegnast um at hava næst hægsta fólkavøkstur í landinum í fjør, bæði í tali og í prosentum, sigur Vestmanna kommuna.

Íbúgvaratalið í Vestmanna kommunu vaks í 2013 við 38 fólkum - úr 1.164 upp í 1.202.

 

Í 2013 vórðu 17 børn fødd í kommununi og fimm fólk doyðu. Tað merkir, at burðaravlopið var +12.

 

Vestmanna kommuna veit at siga, at 47 fólk fluttu úr kommununi og 73 fluttu til. Tað merkir, at nettotilflytingin er +26.

 

- Fólkatalið vaks sostatt við 38 íbúgvum í 2013, og tað svar til +3,2%, sigur Vestmanna kommuna.

 

Lagt verður aftrat, at tær fimm kommunurnar, sum høvdu størst fólkavøkstur í 2013, vóru:

 

Fugloyar kommuna: (+12%) +5 fólk
Vestmanna kommuna: (+3,2%) +38 fólk
Hvalbiar kommuna: (+1,5%) + 11 fólk
Eiðis kommuna: (+1,2%)  +8 fólk
Tórshavnar kommuna: (+1,0%) +190 fólk
Tvøroyar kommuna: (+0,9%) +15 fólk

 

- Samlaði fólkavøksturin í øllum landinum var 167 fólk, sum svarar til 0,3%. Vit høvdu soleiðis næst hægsta fólkavøkstur í landinum, bæði í tali og í prosentum.

 

Tað sigur Vestmanna kommuna, sum gleðist yvir, at fólkatalið í kommununi nú aftur er oman fyri 1.200.

 

- Vit vilja gera okkara til, at vøksturin heldur fram komandi árini, sigur kommunan.