Í mun til fólkatalið hevði Eysturkommuna størsta fólkavøkstur í Føroyum í 2014. Fólkatalið í kommununi vaks við heili 3,5% - úr 1934 upp í 2001 íbúgvar sambært manntalslistanum frá Landsfólkayvirlitinum.
Í Norðragøtu og Leirvík vaks fólkatalið við ávikavist 35 og 44 íbúgvum, meðan tað minkaði í Syðrugøtu, við Gøtugjógv og undir Gøtueiði við ávikavist 7, 3 og 2 íbúgvum.
Serlig eru tað fólk, ið flyta til kommununa, sum seta síni spor. Í 2014 fluttu 96 íbúgvar úr kommununi, meðan 154 fluttu til. Hetta gevur eina nettotilflyting á 58 íbúgvar.
Hetta er samstundis næststørsta tilflyting eftir Tórshavnar kommunu, har nettotilflytingin var 160.
- Vit fegnast sjálvsagt um, at fólk velja Eysturkommunu. Fólkavøkstur ber boð um, at her er gott at búgva. Fólk trívast, og tað fegnast vit um, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.
Hann vísir á, at við fólkavøkstri fylgja eisini avbjóðingar.
Ein nýggj útstykking í Syðrugøtu fer at verða klár seinni í ár, og kommunan noyðist at útvega fleiri grundstykkir í hinum bygdunum eisini.
- Tað er tó ein hugalig uppgáva, og vilja vit ynskja øllum vælkomin til Eysturkommunu, leggur Jóhan Christiansen aftrat.










