Í samfelag okkara eru borgarar við skerdum møguleikum, men tey hava eins og vit onnur sanniliga rætt til eitt gott og innihaldsríkt lív.
Í hesum døgum verður framtakið Heilaárið í Føroyum sett og fer at fara fram ein kampagna við upplýsandi tiltøkum í sambandi við áðurnevnda bólk. Vit høvdu Ár teirra brekaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan og komu tá nógv hugskot fram um at bøta umstøðurnar hjá menningartarnaðum fólkum og teirra avvarðandi. Nøkur av tiltøkunum vórðu framd brúkarnum at gagni, so sum at allir almennir stovnar og aðrir stovnar skuldu skipa so fyri, at møguleiki varð hjá fólki í koyristólum at koma inn, hetta tó eftir áheitan. Nú sýnist alt steðgað upp á hesum øki og tørvur er á eini ætlan at útbyggja og menna umstøðurnar hjá hesum borgarum. Hesi fólk hava framvegis enn ikki møguleika at koma inn á øll almenn støð ella at kunna nýta okkara samferðslu eins og vanligu borgarar.
Menniskjunnar eydna, trivnaður og vælferð er aðalmál Javnaðarfloksins og tí hevur Javnaðarflokkurin ein greiðan hugburð í hesum máli. Tað skal bøtast munandi um korini hjá teimum við skerdum møguleikum. Bøtast skal um íbúðarmøguleikarnar hjá rørslu- og menningartarnaðum, eisini so at tey hava møguleika at verða í egnum heimi so leingi sum gjørligt. Javnaðarflokkurin vil framvegis samarbeiða við tey, ið hava skerdar møguleikar í hesum samfea, so at tey eisini fáa ávirkan í málum, sum eru avgerandi fyri teirra lív. Fólk, ið eru rørslu- ella menningartarn-að, skulu hava sama rætt til samfelagslig tilboð og í øllum almennum ætlanum skal verða hugsað um tørvin hjá hesum fólkum.
Vilt tú vera við at føra ein politikk, ið:
? tryggjar javnað í øllum samfelagsins viðurskiftum
? styrkir valmøguleikarnar hjá tí einstaka og gevur tí einstaka møguleikar støðugt at mennast og trívast
so fert tú á val tann 30. apríl og velur Javnaðarflokkin.
Eva Mortensen,
valevni Javnaðar-
floksins í Eysturoy