Fólk við serligum tørvi eiga eisini sítt pláss

Føroya Pedagogfelag fer á Fólkafundinum at varpa ljós á, hvussu vit taka okkum av børnum og vaksnum við serligum tørvi.

Føroya Pedagogfelag er eitt av feløgunum, sum eru við á fólkafundinum í Runavík.

 

- Vit vilja vísa á tað fjølbroytta arbeiði, sum felag okkara tekst við, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

 

Maud Wang Hansen sigur, at eitt øki, sum tey fara at varpa ljós á í Runavík verður tað, sum kallast sosial námsfrøði. Sosial námsfrøði snýr seg í stuttum um, hvussu vit taka okkum av børnum  og vaksnum við serligum tørvi og hjálpa teimum at gerast virkin partur í egnum lívi.

 

- Ein nýggjur bóklingur verður útgivin á fólkafundinum. Hann eitur Sosialnámsfrøðiliga vangamyndin, og snýr seg um okkara virksemi innan sosialnámsfrøðiliga økið, tað vil siga, hvat hevur týdning í arbeiðinum við fólki við serligum tørvi, sigur Maud Wang Hansen.

 

Leygardagin klokkan 14.30, fer Føroya Pedagogfelag at hava nakrar framløgur á fólkafundinum.

- Onnur framløgan verður við Harry Knudsen, námsfrøðingi,  um hvussu vit fevna um børn við serligum tørvi í fólkaskúlanum, hvussu vit kunnu hjálpa teimum at taka lut í skúlalívinum til fulnar. Eisini fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu at hava eina framløgu um námsfrøðiliga økið í kommunini og teirra raðfestingar, sigur forkvinnan.