Fólk úr Libanon í Sørvági vitja Ísland

Endamálið er at vitja Ørkina, samkomur, føroysku sendistovuna og vónandi hava onkra húsvitjan.

Í døgunum 25. - 27. oktobur vitja nýggju fólk úr missiónshúsinum Libanon í Sørvági í Íslandi. Endamálið er at vitja Ørkina, samkomur, føroysku sendistovuna og vónandi hava onkra húsvitjan.

 

Høvuðsendamálið er at vitnað um Jesus, og annars verða saman við fólki, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook..

 

Tey gleða seg og vóna at hitta nógvar føroyingar og íslendingar.

 

Møtiskráin er hendan:

 

Fríggjadagin 25. okt. kl.19.00. Luttaka á hugnakvøldi á Ørkini, sum Føroyingafelagið skipar fyri.

 

Leygardagin 26. okt. Møti hjá Hvítusunnusamkomu á Stykkishólmi

 

Sunnudag 27. okt. kl.14.00. Møti í Akurinn, Núpalind. kl.17.00. Møti á Ørkini. Aftaná møtið verður bjóða til ábid við føroyskum viðskera, og øll eru vælkomin, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.