Fólk úr fleiri londum arbeiða í fiski í Skopun

Á Sandoy Seafood í Skopun arbeiða fólk úr 11-12 ymiskum londum, og herfyri fekk virkið seks fólk úr Kambodja, sum búgva til leigu í Skopun.

 

Fleiri av føroysku fiskavirkjunum høvdu verið rættiliga illa fyri, um tey ikki høvdu útlendska arbeiðsmegi aftrat tí føroysku. Soleiðis er eisini á Sandoy Seafood í Skopun, har fólk úr fleiri londum arbeiða. 

 

Stórur tørvur hevur verið á arbeiðsmegi á virkinum, og hetta hevur gjørt, at tað hevur verið trupult at keypt ta rávøru, sum skal til fyri, at raksturin kann hanga saman. 

Á virkinum í Skopun arbeiða eini 60 fólk og Martin Olsen, stjóri, sigur, at her eru fólk úr fleiri ymiskum londum. 

 

- Onkur hevur verið her í nøkur ár og býr í Skopun, og onnur koma úr meginøkinum og suður við Teistanum um morgnarnar til arbeiðis. Hesi fara síðan heimaftur, tá arbeiðsdagurin er lokin.

Stjórin sigur, at á fiskavirkinum í Skopun arbeiða fólk úr eini 11-12 ymiskum londum. 

 

Herfyri fekk Sandoy Seafood seks fólk úr Kambodja. 

 

- Eini hús í Skopun eru leigað til endamálið og soleiðis, sum eg havi skilt á hesum fólkum, stórtrívast tey í nýggja bústaðnum og á arbeiðsplássinum her hjá okkum.

Martin Olsen vísir á, at hetta eru ungar kvinnur, tær flestu í 20-unum. Hann sigur, at tær eru nærlagdar, og alt bendir á, at hetta fer at rigga væl.

- Útlendska arbeiðsmegin fær júst somu sáttmálaløn, sum onnur arbeiðsfólk á virkinum fáa, og tey hava eitt rímiligt leigumál í bygdini, leggur stjórin aftrat.

 

Eins og tað hevur staðið á at mannað allar postar á virkinum í Skopun seinnu árini, hevur tað eisini verið tepurt við ráfiski undanfarin ár. 

Men, í ár sær heldur betur út.

 

- Longu nú hava vit arbeitt somu nøgd av ráfiski, sum vit arbeiddu alt 2021, sigur Martin Olsen. 

Í fjør hekk raksturin saman á Sandoy Seafood, og alt bendir á, at árið í ár verður nakað betur.