Fólk streyma út til Nólsoyar

Tá Ternan loysti í Havn nú á middegi, var hon smekkfull av ovastevnugestum.

Líkt er til, at nógv fólk ætla sær út til Nólsoyar í dag at halda ovastevnu. Tá Ternan loysti í Havn nú á middegi, var hon smekkfull av ovastevnugestum.

 

- Hóast vit vóru niðri á Bursatanga ein hálvan tíma fyri fráferð, komu vit at standa umleið nummar 100 í røðini at sleppa umborð á Ternuna.

 

Tað siga fólk, sum júst eru farin umborð á Ternuna, og sum nú eru á veg út til Nólsoyar at halda ovastevnu.

 

Veðrið er av tí fagrasta í dag, og tá fólk longu nú í stórum tali eru farin at leita sær út til Nólsoyar, teknar alt seg væl til eina vælmøtta ovastevnu.

 

In.fo hevur júst tosað við fólk, sum siga, at túrin undan hesum vóru eini 200 fólk við Ternuni - og nú loyst varð á middegi, var skipið fult av stevnugestum.