Fólk sóu neyðrakett

Men, hetta var ikki tí, at nakar var í neyð. Løgreglan loysti málið á Oyggjarvegnum í nátt.

Um 02-tíðina í nátt fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at fólk høvdu sæð neyðrakett norðanfyri Havnina.

 

Løgreglan vendi sær til MRCC, men her vistu tey einki um nakað neyðarkall, og her var eingin fráboðan komin.

 

- Vit sendu okkara fólk niðan á Oyggjarvegin, og her eydnaðist tað at finna út av, hvør samanhangurin var.

 

Vaktleiðarin sigur, at løgreglan steðgaði einum bili við fleiri unglingum á Oyggjarvegnum.

 

- Tá bilurin varð kannaður, vísti tað seg, at teir høvdu sjey neyðrakettir í bilinum.

 

Seinni í dag verður funnið út av, um unglingarnir fáa eina ávaring - ella, um málið møguliga skal fáa aðar avleiðingar.