Í gjárkvøldið var nýggi heimildarfilmurin "Heartist", sum er um listakvinnuna Sigrun Gunnardóttir, frumsýndur.
Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað filmin.
Fyri frumsýningina í Havnar Bio, sum Filmsfelagið skipaði fyri, hugleiddi listamaðurin Ole Wich um Sigrun Gunnarsdóttir og nýggja filmin
– Við hesum filmi sleppa øll, sum ynskja tað, inn í myndaheimin hjá Sigrun, inn í verkstaðin, inn í innasta maskinrúm í sinninum, har Sigrun stendur stinn í sentrum við penslum sínum og sendur litríku og djúphugsnu tekin síni út í felagsrúm okkara og ríkar tað. Filmurin ber hesi tekin víðari, segði Ole Wich millum annað.
"Heartist" verður at síggja í Havnar Bio á páskum, og seinni verður hann sýndur aðrastaðni í landinum.