– Fólk ringja til mín hvønn dag

Listamaðurin av Viðareiði Arnold Vegghamar klárar ikki at nøkta tann stóra tørvin hjá øllum teimum svongu listaáhugaðu føroyingunum, sum vilja hava okkurt, hann hevur gjørt

84 ára gamli Arnold Vegghamar rokast í kjallara sínum á Viðareiði, har hann hevur atelier. Hann putlast hvønn dag við okkurt, men seinastu tíðina hevur hann ikki málað nakað serligt, tí hann hevur hvørki havt máling ella lørift á lagri.

 

– Eg havi bíðað eftir tilfarinum niðri frá. Men fólk eru so ótolin. Eg havi lovað onkrum okkurt, men tey mugu eisini bíða, sigur hann.

 

– Fólk ringja til mín hvønn dag. Fleiri ferðir um dagin. Men eg fái einki gjørt við tað, tí eg havi onki eftir at selja.

 

Eftirspurningurin eftir málningum frá Arnoldi Vegghamar er nógv størri, enn hann klárar at framleiða. Líkamikið hvar hann sýnir fram, so fara hansara málningar sum heitt breyð. Tí øll vilja hava okkurt, sum Vegghamar hevur gjørt – serliga populeru málningarnar av litsterku húsunum framman fyri tær knallgrønu fjallsíðurnar.

 

Men tað kann gott blíva troyttandi, tá fólk blíva við at umbiðja málningar.

 

– Eg kann ikki taka alt upp á meg. Tað er hopileyst, sigur hann.

 

Í nýggjasta Sosialinum stendur long samrøða við populera listamannin at lesa. Les samrøðuna við hann um list og lívið.

 

##med2##